140x140

Burturkast við kemiskum evnum

Vandin fyri, at ein vøra gevur frá sær kemisk evni, er oftast størstur, tá vøran verður framleidd, og tá hon verður burturbeind. Vanliga er tað tann minsti parturin, sum verður frígivin, meðan vøran er í nýtslu. Tí hevur tað stóran týdning, at vørur, sum innihalda umhvørvisskaðilig ella eitrandi kemisk evni, verða rætt burturbeindar. Hetta merkir fyrst og fremst, at allar vørur, sum innihalda slík evni, ikki fara í vanliga ruskposan, men verða skildar frá, og burturbeindar í serligari skipan.

  

Vørur, sum innihalda dálkandi kemisk evni

Vørur, sum innihalda dálkandi kemisk evni, og sum skulu burturbeinast, kunnu skipast í tríggjar bólkar:

  • Serliga dálkandi vørur: fevnir um eina røð av ymiskum vørum, sum hava tað til felag, at tær innihalda dálkandi ella skaðilig kemisk evni, og tí ikki skulu í vanliga ruskposan, tá tær skulu burturbeinast, men í posan til serliga dálkandi/vandamikið burturkast. Les meira um serliga dálkandi burturkast her.
  • Elektriskar vørur og elektronikkur: fevnir um allar vørur, sum brúka streym ella battarí, tó undantikið vanligar hvítvørur. Í elektronikki eru ofta fleiri metal, so sum blýggj, kyksilvur, kopar, tin og krom, umframt kemisk evni, t.d. bromeraðir flammutálmarar. Les meira um elektroniskt burturkast her.
  • Køli- og frystiskáp: innihalda kølievni, sum kunnu dálka umhvørvið. Serliga kunnu eldru køli- og frystiskáp innihalda kølievnið R-22, eisini kallað HCFC-22 ella freon, sum niðurbrýtur ozonlagið. Nýggjari køliskáp kunnu innihalda HFC gass, ið eru sterk vakstrarhúsgass. Til ber at keypa køli- og frystiskáp, sum ikki innihalda umhvørvisdálkandi evni.

Annað burturkast, sum t.d. káplar, leidningar, dekk og bilar, innihalda eisini dálkandi evni.  

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um burturbeining av vørum, sum innihalda dálkandi evni, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

.

 

 

 

 

 

 

 

 

Burturbeining